heimasíða

Tørvar tykkum eina heimasíðu?

At vera til staðar á alnótini er í dag eitt krav, tí tað er her, ið kundarnir leita sær upplýsingar um títt virki, vørur og tænastur. Tað nýtist tó ikki at vera ein stór og dýr loysn, tvørturímóti. Tað kann ístaðin vera ein einføld kunningarsíða, so møguligir kundar finna tykkum á netinum. 

Okkara síður verða settar upp í sonevndum ’responsivum’ sniði, sum fær innihaldið at tilpassa seg fartelefonir og tablets. Um tit longu hava eina heimasíðu, men mangla ein umsitara, ið javnan røkir síðuna, er hetta ein tænasta, ið vit bjóða. Harvið er tykkara síða altíð dagførd.

Vit hava nógvar royndir í at gera og menna brúkaravinarligar og sigandi heimasíður og síðani at viðlíkahalda og reka hesar. Í felag finna vit eina loysn, ið nøktar tykkara tørv.

Nethandil

- heilt einfalt

Koronastøðan hevur víst, hvussu týdningarmikið tað er at vera til staðar á netinum, og hvussu lætt og ómakaleyst tað er at avgreiða kundarnar í einum nethandli. Tað nýtist ikki at vera ein stór og dýr loysn, tí tað ber væl til at gera ein einfaldan nethandil, so kundar kunnu keypa vørurnar á netinum.

Nethandilin er í ’responsivum’ sniði - sum fær innihaldið at tilpassa seg fartelefonir og i-paddar. Eisini hjálpa vit við at fáa nethandilin og facebook at arbeiða saman.

Okkara bíligasta loysn er ein lítil-nethandil fyri 5.000 kr + mvg. Tá leggur tú sjálvur vørurnar inn aftan á upplæring. Vit kunnu eisini gera tað eftir nærri avtalu.

Um tit longu hava ein nethandil, men mangla ein umsitara at røkja síðuna, bjóða vit eisini hesa tænastu. Harvið er tykkara síða altíð dagførd. Vit hava nógvar royndir við at gera og menna brúkaravinarligar heimasíður og síðani at viðlíkahalda og reka tær. Í felag finna vit eina loysn, ið nøktar tykkara tørv.

facebook

Møtið tykkara málbólki á Facebook

Fá tína egnu facebooksíðu í einfaldari uppseting og við myndum ella grafikki í rættari stødd. Vit gera síðuna upp á nakrar fáar dagar, og kunnu røkja hana við eini klippikortsavtalu. Ella vit læra tykkum..

Hava tit í dag eina facebooksíðu, hyggja vit fegin upp á hana og koma við góðum ráðum til, hvussu hon møguliga kann gerast betri. Tað kann vera ein framsíðumynd, sum ikki passar í støddini. Ella hvussu ofta ein leggur tilfar út og hvussu ofta.

tíðindabræv

Røkk tinum kunda beinleiðis.

Hava tit umhugsað at senda tíðindabræv til kundarnar og harvið kunna teir tykkara virki, tilboð, vørur og tænastur?

Vit gera eina skabelón við tykkara litum og búmerki, so tit bert skulu seta tykkara myndir og tekst inn. Á henda hátt koma øll tíðindabrøvini at vera eins. Vit brúka Mailchimp, sum er ókeypis upp til eitt ávíst tal av tilmeldaðum móttakarum.