EiNFALT er eitt minni lýsingarvirki, ið veitir tænastur til smærri fyritøkur - sum hava tørv á lýsingarvirki, ið skilir teirra tørv. Okkara prísir eru ásettir út frá, at kundin letur búmerki, tekst og myndir. Vit megna at halda góðar prísir umvegis tært samstarv við kundan.

Vit arbeiða skjótt og gott, til rímiligar prísir og innan fyri ásetta tíð.

einfalt er Miriam, sum bleiv útbúgvin markedskommunikatiónsgrafikari í 1998 og hevur síðani arbeitt hesi støð:

Stephanssons Hús
Dekostovan
Sansir
Posta

Nú arbeiðir hon sum sjálvstøðug. Miriam kennir sera væl til alt grafiskt og sniðgevingsarbeiði. Hon hevur arbeitt við øllum frá stórum skeltum, bilum og niður til frímerkir. Alt lívsrenslið hjá Miriam sæst á LinkedIn.

Eingin uppgáva er ov lítil, ring ella skriva til Miriam