list

Føroya størsti plakathandil

Einfalt byrjaði at gera plakatir í 2015 og er í dag handilin við størsta úrvalinum av plakatum.

Stílurin hjá Einfalt er – sjálvandi - tað einfalda. Einføld snið og einføld myndaevnir.

Ynskið er, at plakatirnar upp á ymsar mátar minna okkum á siðvenjur, hendingar, søgu, hátíðardagar og heimstøð. Ella bert at pynta heimið.

Plakatirnar verða prentaðar á lekkurt matt ella semimatt pappír, som verður valt út til hvørja einstaka røð av plakatum. Hervið fæst tað besta samanspælið ímillum snið og litir.

Allar plakatirnar hjá Einfalt eru egið snið og verða framleiddar í Føroyum.

Støddirnar eru ymiskar, men ‘standard’ so sum A5, A4, A3, A2, 30x40cm og 50x70 cm.

Um onkur ynskir at koma við hugskotum til eitt myndaevni, eru tey vælkomin at senda okkum eitt teldubræv ella skriva til okkum á Facebook.

Eisini hevur Einfalt javnan kappingar, har ið plakatir verða lutaðar út á Facebook.

Far inn á okkara nethandil og síggj størsta úrval av føroyskum plakatum.

 

Okkara handil