búmerki
Tit hava navnið - vit hava hugskotið
Vit gera tykkum eitt búmerki, ið bæði kann vera bæði talgilt og prenta, lítið ella stórt, í litum ella í svart/hvítt. Tú fært búmerkið í tí formati og stødd, sum tær tørvar, og tú ynskir.
Vit kunnu reintekna tínar búmerkis-skitsur, um tað er ynskiligt. Vit kunnu eisini broyta títt verandi búmerki. Saman finna vit útav tínum tørvi.
skelti
Eitt búmerki í størri formati
Til ber eisini at fáa búmerkið upp á eina hurð, ein bygning ella skelti. Vit hjálpa til við at finna rætta stødd og lit. Vit kunnu gera alt fyri tykkum, ella vit gera tað í felag.
bilar
Set títt búmerki á bilin
Eitt búmerki er sera sjónligt á bilinum, og ein slík lýsing á bilinum sæst so leingi, sum bilurin er til. Billýsingin virkar alt samdøgrið – eisini tá ið bilurin stendur stillur.
sniðgeving
Ger títt virki sjónligt fyri kundarnar
Ger títt virki sjónligt fyri kundarnar og skil teg frá tínum kappingarneytum.
Við einari væl gjøgnumhugsaðari grafiskar linju á visitkortum, brævpappir, bili og heimasíðu gerst tað sera lætt hjá kundanum at vita, hvørji tit eru – og gjarna at kunna fortelja víðari fyri øðrum møguligum kundum, hvat ið tit bjóða.
Umframt omanfyri nevndu tænastur seta vit upp og sniðgeva øll møgulig onnur ting so sum pakkitilfar, vørubløðum, ársfrágreiðingar, klisturmerkir og annað tilfar, ið krevur uppseting og sniðgeving.
gavulutir
Tørva tygum ein gimmick ella bert eina virkisgávu. Vit finna røttu vøruna og taka okkum av sniðgeving og staðseting av búmerki. Vit gera tað fyri tykkum ella saman.